Johan Dahl spyr um diabetesmiðstøð

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 20. mai at seta Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein munnligan fyrispurning um diabetesmiðstøð

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
1.    Hvør er støðan í málinum um at stovna eina diabetesmiðstøð í Føroyum, 
       sum skuldi gerast saman við Novo Nordisk-grunninum?
2.    Hvat liggur fyri framman av ætlanum fyri hesa verkætlanina á heilsuøkinum?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at samgongan hevur sambært samgonguskjalinum ásett, at ... “ein diabetesmiðstøð skal stovnsetast.” Nú er ein tíð fráliðin síðan hetta varð sett sum eitt politiskt mál, men onki hoyrist, hvat hendir. 

Ein slík verkætlan á heilsuøkinum vil hava stóra ávirkan á viðgerð innan diabetes í Føroyum og vil gagna øllum teimum 3.000 til 4.000 føroyingunum, sum dagliga stríðast við diabetes.

Er gransking innan hetta økið partur av samstarvinum, má tað eisini verða viðkomandi og eigur at fara fram í Føroyum í sambandi við samstarvið.

At enda sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at tað bæði hevur politiskan og almennan áhuga at fáa at vita, hvat støðan er í hesum málinum og hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur fyri hesa verkætlanina.

Sambandsflokkurin