Kaj Leo spyr um springaradráp

Kaj Leo
Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Høgna
Hoydal, landsstýrismanni í veiðimálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um
springaradráp. Svarast skal í
seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn



 



Løgtingsmaðurin
spyr fylgjandi:



1.   
Hvørjar lógarásetingar
eru galdandi fyri springaradráp?



 



2.   
Eru somu lógarásetingar
galdandi fyri springaradráp sum fyri grindadráp?



 



3.   
Eru nakrar vegleiðandi
reglur galdandi fyri springaradráp, herundir um nær springarar skuldu haldast
til, hvar springarar skulu haldast til, útgerð at taka lívið av springarunum
við o.a.?



 



4.   
Hevur landsstýrismaðurin
ætlanir um at leggja fyri Tingið lógaruppskot, sum bannar springaradrápi, um
ja, hví ella um nei, hví?



 



5.   
Hvørjar reaktiónir hevur
landsstýrismaðurin og almennu Føroyar fingið úr útlandinum í sambandi við
springaradrápið í Hvalvík 11. september 2018?



 



6.   
Er brot framt á lógina í
springaradrápinum í Hvalvík 11. september 2018?



 



Í viðmerkingunum til skrivliga
fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at tað hevur vakt
ans í almenna rúminum í Føroyum og uttanlanda, at tað herfyri blivu dripnir
einir 200 springarar í Hvalvík 11. september 2018. Tað er ikki vanligt, at so
nógvir springarar í einum verða slátraðir, hinvegin so fyrikemur tað av og á,
at nakrir heilt fáir springarar eru ímillum, tá grind verður slátrað.



 



Tað, sum er serligt við hesum springaradrápinum
er m.a., at talan er um nógvar springarar og avlívingin av nøkrum av
springarunum fer fram ófantaliga og leingi. Av tí, at talan er um springarar,
sum líkjast delfinum, sum vanliga verður fatað sum eitt intelligent kelidjór og
milliónir av børnum elska hesi djórini umvegis djóragarðar, uppvísingarparkir,
barnabløð og barnafilmar, ja so stendst altjóða øsing av hesum.



 



Spurningurin er tí ikki bara, hvat vit
hava rætt til sum tjóð, hvat er politiskt korrekt og hvørt springaraveiða er
burðardygg ella ikki - men at vit tora at siga frá og taka eitt skilagott val,
øllum landinum at gagni.



 



Avleiðingin av hesum er øðilig
kensluliga og materielt, og stendur á ongan hátt, mát við, at nøkur lutfalsliga
fá hava hesa meining og vilja tilskila sær henda rætt at drepa springarar, og
so á hinari síðuni tær avleiðingar, sum standast fyri okkara samhandil við
fiskavørum og ferðavinnuna - avleiðingar, sum kunnu gerast rættuliga
samfelagsskaðiligar fyri okkum øll.



 



At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen,
løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at ein kanning á t.d. Vágaportalinum eftir
springaradrápið 11. september 2018, vísti at ein stórur meirluti av føroyingum
eru fyri at steðga springaradrápi.



 



Tað er so nógv, sum vit kunnu siga
okkum at hava rætt til, men vit skulu øll onkursvegna liva saman í hesari
verðini og helst í einari góðari javnvág.



 



Sambandsflokkurin