Katrin Poulsen 25 ár sum dagrøktarleiðari22. november 2011

Á jólaveitslu fyri teimum 70 starvsfólkinum hjá Nes kommunu leygardagin, fekk Katrin Poulsen gávu og blómur frá kommununi fyri 25 ár í starvi sum Dagrøktarleiðari.


Borgarstjórin handaði Katrin Poulsen gávu og blómur fyri trúgva tænastu í 25 ár.


Katrin byrjaði av egnum áðum at ansa børnum í kommununi, og var tað eftir avtalu við avvarandi foreldur. Í 1986 bleiv so ansingin skipa sum ein kommunal tænasta. Katrin fekk tá starvi sum leiðari fyri dagrøktini, og er hon framvegis í hesum starvi.


Elinborg Højgaard, og Margit Andersen starvast sum vaskifólk í skúlanum, meðan hjúnini Emma og Harry Hansen starvast í svimjihøllini.