KJ nýbygningur nummar 53 handaður til Bakkafrost

Týsdagin 5. novembur handaði KJ nýbygning nr. 53 til Bakkafrost.

Tvíkiljan, sum hevur fingið navnið Lambanes, verður heimahoyrandi í Lamba.

Lambanes er 15,5m long og 7m breið, hevur 2 høvuðsmotorar upp á 420 Hk, og ein 115 KVA ljósmotor.  Av dekksútgerð kann nevnast ein Palfinger 50 tons/metur krani, eitt 15 tons dekksspæl, ein kapstanur upp á 3 tons og tveir upp á 1,2 tons.

Tvíkiljan er útgjørd við messu, WC, arbeiðs- og klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

Undirveitarar eru m.a.:
PFJ EL
Gummibátatænastan
Radiobúðin
Kári Jóhannesen
Sámal í Jógvansstovu