Komið er á mál við regluverkinum viðvíkjandi játtanarskipanini

Játtanarskipan landsins varð skipað við løgtingslóg, sum varð lýst 4. mai 2009 við gildiskomu dagin eftir.


Síðani hevur verið arbeitt við at gera regluverkið, t.e. kunngerðir og rundskriv, liðugt. Kunngerð um rakstrarjáttan og Kunngerð um løgujáttan vórðu lýstar 7. juni 2011 við gildiskomu 1. juli 2011.


Í dag eru lýstar Kunngerð um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan, og Kunngerð um uppseting og innihald í fíggjarlógaruppskotinum v.m., við gildiskomu 1. oktober 2011.


Harumframt er í dag sent til aðalráðini Rundskriv um eftirlit og at taka neyðug búskaparlig atlit, við gildiskomu 1. oktober 2011. Landsstýrismaðurin fegnast um, at við hesum er komið á mál við regluverkinum viðvíkjandi játtanarskipanini.