Kristianna tekur aftur sæti á Føroya Løgtingi



Kristianna Winther Poulsen sum í fleiri umførum hevur havt sæti á Føroya Løgtingi, tekur aftur sæti nú Kári P. Højgaard, tingmaður er farin í farloyvi orsaka av ørindum á ST aðalfundinum í New York.


Kristianna er útbúgvin sum cand. mag. frá lærda fróðskaparsetrinum í Roskilde og Robert Gordon fróðskaparsetrinum í Skotlandi. Hon fekk flestar persónligar atkvøður á listanum hjá Sjálvstýris-flokkinum í Tórshavn við seinasta val.



Hon hevur í fleiri umførum havt sæti á tingi, og er eitt kent andlit á politiska pallinum.