KRONIKK Í POLITIKEN: FØROYAR BRÚKA ÁLAND SUM LEIST INN Í ES

SAMBANDSFLOKKURIN Á CHRISTIANSBORG: Í dagsins kronikk í stóra danska tíðindablaðnum Politiken greiðir Edmund Joensen, fólkatingsmaður, frá, hvussu føroyskur Europapolitikkur kann taka støði í Álandsmodellinum og sleppa Føroyum inn um múrin, sum í dag avbyrgir landið búskaparliga og politiskt.


Undir yvirskriftini "Ålandsmodellen er Færøernes nøgle til Europa" er ein kronikk hjá Edmundi Joensen prentað í dagsins útgávu av Politiken.


Í kronikkini skrivar fólkatingsmaður Sambandsfloksins m.a.:


"Í eini tíð við støðugt sterkari politiskari og búskaparligari integratión í Europa er avgerandi, at Føroyar taka støðu til sín leiklut í Europa: skulu 40 ár uttan fyri europeisku familjuna halda fram? Ella skal strategiin framhaldandi vera konflikt við grannarnar?".


Her er kronikkin, í tveimum fílum:


Kronikk í Politiken, 1. partur: http://edmundjoensen.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fKronikk_1.tif


Kronikk í Politiken, 2. partur: http://edmundjoensen.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fKronikk_2.tif