Landsbókasavnið innheintar føroyska partin av internetinum

Veitst tú av, at Landsbókasavnið innheintar føroyska partin av internetinum? Og at tú kanst hjálpa okkum við at varðveita henda týdningarmikla part av okkara mentanararvi?

Landsbókasavnið innheintar við jøvnum millumbilum alt fo-navnaøkið. Men okkara heimsnetsleitari leitar bert á fo-navnaøkinum, og tí hava vit brúk fyri tínari hjálp at finna heimasíður á føroyskum, um Føroyar ella sum føroyingar hava stovnað. 

Heimasíður, ið ikki liggja á fo-navnaøkinum, eru nógvar, og vit dagføra javnan okkara yvirlit yvir hesar. Men vit vita ikki um allar. Tí ert tú vælkomin at fara inn á leinki niðanfyri og senda okkum eina fráboðan, um tú veitst um eina ella fleiri føroyskar heimasíður, ið ikki enda við .fo.

http://fn.flb.fo

Heimasíðurnar verða goymdar í dátasavninum "Føroyska Netsavnið". Í løtuni eru 3587 heimasíður í savninum. Vit savna bert almennar síður frá internetinum. Heimasíður við avmarkaðari atgongd umvegis innritan, sum t.d. innannet hjá fyritøkum, eru ikki almennar og verða ikki innheintaðar.

Eingin okkara veit, hvat verður áhugavert í framtíðini. Flestu halda, at teirra gerandisdagur er ikki serliga hendingaríkur. Men um 100 ár kann tað vera áhugavert at lesa um, hvat hendi í 2017. Tað er sera týdningarmikið, at komandi ættarlið fáa atgongd til allar tær føroysku heimasíðunar, eitt nú bloggar, tíðindaportalar osfr.