Landsfundur Miðfloksins í Skálanum í Klaksvík í kvøld

Á landsfundinum verða fyrst og fremst etisk, sosial og andalig evni, umframt onnur grundleggjandi samfelagslig viðurskifti, viðgjørd. Leiðarin av Aglow International í Føroyum, Elisabeth Hvítklett Joensen, er gestarøðari og presturin og føroyavinurin Friðrik Schram vitjar okkum úr Íslandi.


Fundurin byrjar kl. 09.30 við morgunmati, og millum kl. 13.00 og 14.00 eta vit døgurða saman. Øll, ið hava áhuga í Miðflokkinum, eru hjartaliga vælkomin á fundin.


Vegna Miðflokkin


Mia av Kák Joensen, floksstjórnarleiðari


Jenis av Rana, floksformaður