LANDSLIÐIÐ Á VAGLINUM: RÁS 2 VARPAR BEINLEIÐIS





Bragdið á Tórsvølli í garkvøldið verður fagnað á Vaglinum í dag kl.15. Og Rás2 fer at varpa beinleiðis frá kl.14.30. 

Tí enn einaferð hevur fótbóltslandsliðið vunnið á Grikkalandi. Hesaferð á einum fullsettum Tórsvølli.

Allir føroyingar, sum ikki hava møguleika at fagna okkara ótrúliga fótbóltslandsliði á Vaglinum, kunnu fylgja við á Rás2. 

Bakkafrost, høvuðsstuðul, FSF og Tórshavnar kommuna bjóða øllum føroyingum at heilsa føroysku leikararunum á Vaglinum í Havn.