Landsstýrismaðurin svaraði ikki spurninginum

Tí setir Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, fyrispurningin sum § 52a fyrispurning.



Helgi
Abrahamsen, løgtingsmaður, hevur sett fyrispurning um lønarkrøv í sambandi við
at fiskiloyvi verða latin, settur Høgna Hoydal, landsstýrismanni, (at svara
skrivliga eftir TS § 52a)



·        
Kann landsstýrismaðurin vátta, at
einki fiskiloyvi er latið sambært løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, uttan
so at tann sum søkti um fiskiloyvi fyrst váttaði, at skipari og manning á
fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum vórðu lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk
manningarfeløg?
 



·        
Kann landsstýrismaðurin vátta, at
einki fiskiloyvi er latið sambært løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, til
ávísan fiskiskap, sum ikki var fevndur av sáttmálum við føroysk manningarfeløg,
uttan so at tann sum søkti um fiskiloyvi, í hvørjum einstøkum føri hevur
váttað, at lønarviðurskiftini hjá skipara og manning vóru staðfest í
skrivligari avtalu millum avvarðandi manningarfeløg og ábyrgdaran av
fiskifarinum, sum ávíst í fiskiloyvinum?
 



·        
Um landsstýrismaðurin ikki kann
vátta hetta, hvørjar avleiðingar fær tað so fyri tey, ið hava ábyrgdina av, at
lógin ikki er fylgd?
 



·        
Um landsstýrismaðurin ikki kann
vátta hetta, hvat ætlar hann so at gera, fyri at mistakið ikki verður
endurtikið?
  



Viðmerkingar: 



Í løgtingslógini um fyrisiting av sjófeingi
stendur soleiðis í § 51 stk. 2:
 



”Áðrenn fiskiloyvi verður latið, skal tann,
sum søkir um fiskiloyvi, vátta, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa
fiskiskapinum verða lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Er
ávísur fiskiskapur ikki fevndur av sáttmálum við føroysk manningarfeløg, skal
tann, sum søkir fiskiloyvi, í hvørjum einstøkum føri vátta, at
lønarviðurskiftini hjá skipara og manning eru staðfest í skrivligari avtalu
millum avvarðandi manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum, sum ávíst í fiskiloyvinum.”
 



Undir aðalorðaskiftinum í løgtinginum tann 9.
oktober 2018 um støðuna í fyrisitingini av sjófeingi, spurdi undirritaði tvær
ferðir landsstýrismannin, um hendan reglan var hildin allan vegin ígjøgnum, men
landsstýrismaðurin svaraði ikki spurninginum. Tí verður spurningurin settur sum
§ 52a fyrispurningur.
 



Á
Løgtingi, tann 10. oktober 2018



Helgi
Abrahamsen