“Færøysk liv i nordisk perspektiv.” Heiðursrit til Beintu í Jákupsstovu

Tíðindaskriv - Nýggj útgáva frá Fróðskapi: Fróðskapur hevur givið út bók við greinum, sum eru skrivaðar til Beintu í Jákupsstovu, dr.polit. í sambandi við 60 ára føðingardag hennara 27. desember 2011. Tað eru 8 greinar í bókini, sum Edit Bugge, Heine Bugge og Kristin Tornes hava ritstjórnað. Tórshavn 2012, 178 síður. Kostnaður 200 kr. Supplementum 55. ISBN: 99918-65-37-9.


Í bókini verða evni viðgjørd, sum Beinta annaðhvørt arbeiðir við ella hevur serligan áhuga fyri: Kommunupolitikkur og politisk umboðan, hagtøl og vitanargrundarlag fyri politiskum avgerðum, vælferðarpolitikkur, kyn, familjupolitikkur og bókmentapolitikkur.


Beinta í Jákupsstovu er fyrstiamanuensis í stjórnmálafrøði við Høgskolen i Molde. Síðani 2008 hevur hon eisini verið knýtt at Søgu¬ og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hon vardi í 2003 doktararitgerð, sum Fróðskapur gav út í bók í 2006 við heitinum Kunnskap og Makt - Færøysk helsepolitikk gjennom 150 år. Í bókini lýsir hon hugburðin í føroyskum heilsupolitikki frá fyrst í 19. øld og fram til heimastýristíðina. Greinarnar, sum eru á føroyskum, norskum og íslendskum eru:


Kari Skrede: Fruktbarhet og familiepolitikk – hvor bærekraftig er den nordiske modellen?


Audun Offerdal: Representasjon og fråfall


Elin Súsanna Jacobsen: Kvinnulív í Havn uml. 1850


Firouz Gaini: Knívleysir menn. Samleiki og mentan hjá ungum føroyskum monnum


Eli Kjersem og Turid Aarset: Idealer, forestillinger og kunnskap om alderdom og boformer


Svavar Sigmundsson: Færeyingafélagið í Reykjavík


Malan Marnersdóttir: Bókmentir og samfelag


Kristin Tornes: Kunnskap og politikk