Leiðari fyri Boðanesheimið settur

Tórshavnar kommuna hevur sett Jóngerð Guttesen í nýggja starvið sum leiðari á Boðanesheiminum.


Jóngerð Guttesen er útbúgving sjúkrarøktarfrøðingur og hevur m.a. verið deildar- og varaleiðari á Lágargarði. Í løtuni er hon leiðari á Stuðulsfólkaskipanini fyri børn hjá Børn & Ung í Nærverkinum. Harumframt hevur Jóngerð Guttesen Diplom/Bachelor útbúgving í leiðslu.


Jóngerð Guttesen byrjar í starvinum 1. mai 2012. Fyrsta uppgáva hennara verður at skipa heimið, sum eftir ætlan verður klárt at taka í nýtslu í oktober í ár.