Leiðarin á Infrakervi fer úr starvi


STARVSFÓLK: Frá 1. juni at rokna fer Heini Eysturoy frá sum leiðari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki. Til nýggjur leiðari er settur, fara Armgarð E. Steinhólm, leiðari fyri planeindina, og Mikkel H. Frandsen, leiðari fyri rakstrareindina, at leiða Deildina fyri Infrakervi í felag. 

Heini, sum er útbúgvin sivilverkfrøðingur á DTU – Danmarks Tekniske Højskole – í 1993, hevur verið í starvi á Landsverki síðani 2003. Seinasta níggju árini sum deildarleiðari á ávikavist Vegadeildini og síðani Deildini fyri Infrakervi.

Landsverk fer í næstum at søkja eftir nýggjum leiðara til Deildina fyri Infrakervi.