Leif Johan Sevland vitjaði føroyska básin




Leif Johan Sevland er vinnulívsmaður og fyrrrverandi politikkari fyri Høgra. Hann var býráðslimur frá 1987 og borgarstjóri - orðførari - fyri Stavanger kommunu frá 1995 til 2011, og síðan 2012 hevur hann verið stjóri í Offshore Northern Seas, sum vit eisini kalla ONS.




Leif Johan er bæði føroyavinur og havnavinur og er fastur fúsur til øll føroysk átøk í Stavanger. Í gjár vitjaði hann saman við umboðum fyri ONS-nevndina á føroyska básinum, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Ingibjørg Berg, kommunustjóri, tóku ímóti.