Leigunevndin sett

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur sett leigunevndina av nýggjum. Leigunevndin verður mannað fjórða hvørt ár við einum royndum løgfrøðingi sum formanni, og ávikavist einum búskaparfrøðingi og einum byggikønum í hinum báðum nevndarsessunum.


Limirnir, sum nú eru valdir, eru: Birta Biskopstø, løgfrøðingur, forkvinna í nevndini, Gunnleyg Árnafjall, cand.merc.aud og Peter Ritter, byggifrøðingur.


Sum varalimir eru vald: Kristina Samuelsen, løgfrøðingur, Birna Steingrímsdóttir, búskaparfrøðingur og Jóhan Syderbø, byggifrøðingur.


Leigunevndin hevur til uppgávu at hava eftirlit við, at ásetingarnar í lógini verða hildnar, og at taka avgerð í trætumálum millum leigara og útleigara.


Leigunevndin er sett fyri tíðarskeiðið 1. desember 2018 til 31. august 2022.


Meira fæst at vita um leigunevndina á www.leigunevndin.fo.