Letur aftur fyribils

TÍÐINDASKRIV


Byggitøkniligar kanningar av Listaskálanum í Gundadali hava víst, at har tíverri eru trupulleikar við takkonstruktiónini í tí eldra bygninginum frá 1970, sum verður nýttur til serframsýningar.


Savnið hevur tí fyribils avgjørt at steingja framsýningarhølini í tí eldra bygninginum, til kanningarnar endaliga eru lidnar, og øll neyðug tiltøk við atliti at trygdini eru sett í verk.


Framsýningin við danska listamanninum og sniðgevanum Per Arnoldi endar ætlandi tann 6. november, men arbeitt verður við at leingja hana.