Leygardagin var Norðoya Kvinnufelag vertir fyri ársfundinum hjá Kvinnufelagasamskipan Føroya (KSF)

Á ársfundinum var samtykt, at arbeiðast skal við pensjónsviðurskiftum hjá kvinnum, millum annað við at skipa fyri kunnandi fundum kring landið.


Endamálið við at varpa ljós á hetta er, at gera kvinnur tilvitaðar um sína egnu pensjónsuppsparing, ella vantandi uppsparing. Viðurskifti kring pensjón eru tríbýtt: 1) tá kvinnur koma á arbeiðsmarknaðin 2) tíðarskeiðið, sum tær spara upp í, sum bæði er áhugavert í mun til hvussu tú sparir upp og hvussu tín peningur verður umsitin 3) pensjónsaldurin – kvinnur hava longri livitíð og tí fáa tær nú lægri útgjald enn mannfólk, kvinnur hava spart minni upp av tí at tær ofta hava láglønarstørv og samstundis arbeiða niðursetta tíð.


Tosað var eisini um 8. mars-hald í 2015. Í 2015 eru 100 ár liðin síðan grundlógarbroyting gav kvinnum valrætt, sum bleiv sett í gildi í Føroyum í apríl 1916. Arbeitt verður við at fáa øll kvinnufeløg at taka lut í hesum hátíðarhaldi.


Semja var um, at tað er stórur tørvur á at sjónliggera sosialsøguliga leiklutin hjá føroysku kvinnuni. Framyvir er ætlanin at varpa meira ljós á hesa søguna, tí tær bygdu eisini hetta land.


Á ársfundinum vóru umboð KSF's vald og nevndin skipaði seg.


Birta Biskopstø, forkvinna


Anna Malena Gilstón, næstforkvinna og skrivari


 Fríðbjørg Weihe, kassakvinna


Jancy Olsen, Eydna Vágsheyg og Helena Fríðheim, nevndarlimir


Umboðini eru:


JavnstøðunevndinMarjun T. Magnussen


DemokratiaTina K. Jakobsen


Mettugrunnurin - Birta Biskopstø


Ráðið fyri ferðslutrygdFríðbjørg Weihe


Húsarhaldsskúlin í KlaksvíkHervør Jensen


KvinnuhúsgrunnurinPoula Lervig


Eygleiðarar hjá NOKSBjarma Vágsheyg og Fríðbjørg Weihe


Kvinnufelagasamskipan Føroya


Limafeløg:


Kongshavnar Kvinnufelag


Kvinnufelagið í Havn


Norðoya Kvinnufelag


Skála Húsmøðrafelag


Tofta Kvinnufelag


Valkyrjurnar