Leyst sett størv eitt vaksandi vandamál

Danskir granskarar ávara ímóti líkasælu á arbeiðsmarknaðinum, tá ræður um
vaksandi talið av leyst settum starvsfólkum. Tað kann nevniliga væl vera, at
tað vera arbeiðskorini hjá hesum bólkum, ið framyvir fara at mynda korini hjá
starvsfólkum í føstum starvi. Starvsfólk í føstum starvi eiga tí saman við
fakfeløgum teirra at varpa meira ljós á hesa óhepnu gongd, ið donsku
granskararnir lýsa sum eina hóttan móti vælferðarsamfelagnum. 

Kári Mikkelsen, journalistur



Korini hjá leyst settum starvsfólkum eru alsamt versnaði seinnu árini, og tí
mugu starvsfólk í føstum starvi og fakfeløg teirra vakna. Hetta er ávaringin
hjá einum donskum arbeiðsmarknaðargranskara á Roskilde Universitetscenter
(RUC), ið saman við trimum øðrum granskarum hevur givið út bók um fyribrigdið.



- Alsamt fleiri bólkar á arbeiðsmarknaðinum detta burtur úr vanligari lønar- og
lívsgongd, og tað átti at verið eitt wake-upp call fyri okkum í Danmark, sigur
Janne Gleerup, arbeiðsmarknaðargranskari á Roskilde Universitetscenter (RUC),
við danska blaðið Politiken. Samrøðan tekur støði í nýútkomnu bókini
”Prekarisering – og akademisk arbejde”, sum hon hevur skrivað í samstarvi við
tríggjar aðrar granskararar.



Tað er ein royndur lutur, at tað sum fyrst er komið í londunum kring okkum, og
kanska serliga í Danmark, fyrr ella seinni finnur vegin hendanvegin. Sostatt
eru ávaringarnar hjá donsku granskarunum eisini ógvuliga viðkomandi fyri
føroyska arbeiðsmarknaðin og harvið alt okkara samfelag.



Vandarák

- Tá tað úti á arbeiðsplássunum verður tosað um korini hjá teimum leyst settu
starvsfólkunum, eiga eisini starvsfólk í føstum starvi at vakna. At halda fram
við tornarósusvøvninum ella bara vera líkasælur, er at skjóta seg í fótin. Tað
eru nevniliga stór sannlíkindi fyri, at tað fara at vera korini hjá teimum
leyst og styttri tíðarsettu starvsfólkunum, sum fara at mynda framtíðina hjá
teimum í føstum starvi, sigur Janne Glerup.



Hon vísir á, at korini hjá teimum, sum ikki eru tryggjaði føst størv, av álvara
eru versnaði seinnu árini.



- Vit hava leingi sæð, at tað á arbeiðsmarknaðunum í heiminum kring okkum fara
fram stórar broytingar til tað verra, og hendan gongdin byrjar so smátt at
treingja seg inn á danska arbeiðsmarknaðin. Í mongum av teimum
vælferðarsamfeløgum, sum vit vanliga meta hava skipaði
arbeiðsmarknaðarviðurskifti, síggja vit nú, at størri og størri bólkar detta
fullkomiliga niðurímillum, tá ræður um vanlig lønarviðurskifti og lívsgongd
annars. Hetta átti at verið eitt varskó til okkum í Danmark, tí tað fer at
ávirka bæði okkara arbeiðsmarknað og vælferðarsamfelag, sigur Janne Glerup.



Allar starvsgreinar raktar

Spurd um, hvørjar ítøkiligar broytingar eru at síggja á danska
arbeiðsmarknaðinum, sigur Janne Glerup, at hendan myndin vísir seg á tann hátt,
at alsamt fleiri løntakarar fáa bjóðað t.d. fyribilsstørv, avloysararstørv,
verkætlanarstørv ella at arbeiða niðursetta tíð. Hetta er galdandi bæði innan
almenna og privata geiran.



- Vit høvdu ímyndað okkum, at hetta var tengt at árstíðararbeiði, men hendan
gongdin vísir seg tvørtur um allar starvsgreinar. Tað rakar sostatt bæði
starvsfólk við styttri útbúgving, millumlangari útbúgving og fólk við høgari
útbúgving. Við øðrum orðum rakar tað allar starvsbólkar, sigur Janne Gleerup.



Danski arbeiðsmarknaðargranskarin vísir á, at hetta ikki er orsakað av, at fólk
sjálvi ynskja at arbeiða niðursetta tíð, at tey enda í tíðaravmarkaðum størvum.



- Nógv eru parttíðarsett ímóti egnum vilja, og øll starvstrygdarskipanin er
bara versnað seinnu árini. Nakað, sum ger eitt frammundan hart arbeiðslív enn
verri.



Spurd um hon heldur, at danir eiga at vera stúrnir, tá ræður um framtíðar
arbeiðsmarknaðin, sigur Janne Gleerup:



- Ja, heilt avgjørt. Vit skulu ikki longur enn suður um týska markið fyri at
síggja, hvussu tey sonevndu pinkustørvini breiða seg. Hetta er nakað, sum
leingi hevur verið ein álvarsligur trupulleiki á amerikanska
arbeiðsmarknaðinum, har fólk mugu hava 2-3 arbeiðir og kortini ikki eru
tryggjaði eina inntøku, sum ein vanlig familja kann liva av. Talan er um eina
altjóða útbreiðslu, og sjálvt um viðurskiftini í Danmark eru munandi betri enn
hetta, so er ber væl til at síggja somu gongd hjá okkum eisini, sigur Janne
Gleerup.



Borgarar kenna seg útistongdar

Ein partur av granskingini hjá Janne Gleerup hevur snúð seg um at gera
djúptøknar samrøður við nøkur av teimum fólkunum, sum hava merkt vánaligu
arbeiðsstøðuna á egnum kroppi. Spurd um, hvar tær mest óhepnu avleiðingarnar eru,
sigur hon:



- Vit síggja, at fólk verða útslitin í einum arbeiðslívi, tí tey mugu hoppa frá
Peri til Pól fyri at sameina fleiri arbeiðir. Tey eru rætt og slætt verri
stillaði í tí dagliga, enn fólk í føstum starvi.



Eisini nevnir Janne Gleerup ein annan vanda við stórari útskifting av
starvsfólki. At hetta sum frálíður fer ganga út yvir góðskuna av tí arbeiði,
sum gjørt verður.



- Í nógvum størvum tekur tað tíð at gerast dugnaligur, og stór útskifting av
starvsfólkum gongur út yvir góðskuna. Avleiðingin kann vera, at hetta sum
frálíður ger kappingarstøðuna hjá samfelagnum verri, tí sparingar við at seta
fólk í avmarkað starv við vánaligum setanartreytum elva til, at góðskan
versnar. Ein annar trupulleki er, at hetta sum frálíður fer at skapa eitt samfelag
við einum A-liði og einum B-liði, har nakrir borgarar vera við sviðið soð og
missa álitið á, at samfelagið eisini er til fyri tey. Tá mótsetningarnir eru
stórir millum tey, sum eru inni í hitanum og tey, sum kenna seg stongd úti, er
tað ein váði fyri samfelagið, tí tað skapar gróðrarbotn fyri bæði populistum og
mótmælisbólkum, sum venda sær ímóti samfelagnum.



Til tess at forða fyri, at óhepna gongdin í øðrum londum sníkir seg enn
meira inn á okkara leiðir, heldur Janni Gleerup, at bæði politikarar og fakfeløg
eiga taka trupulleikan í størsta álvara.



- Altjóðagerðin er at meta sum eitt risa tangaskip. Um kósin skal broytast, er
einasti møguleiki at fara heilt upp í stýrihúsið at gera tað, sigur danski
arbeiðsmarknaðargranskarin.