Lions stuðlar Beran við 70.000 krónum

Á ólavsøku skipar Lions Club Tórshavn fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi, og úrslitið í ár var metgott. Yvirskotið, sum var upp á 70.000 krónur, er nú óskert latið sjálvhjálparfelagsskapinum Beranum, og hendi hetta á síðsta limafundinum í Lions.


Lions vil við hesi gávu vísa sín stuðul til tað stóra vælgerðararbeiði, sum Berin ger fyri at hjálpa børnum, ið hava mist foreldur ella systkin, víðari í lívinum.


Sum nakað nýtt í ár lat Eik Banki ein málning hjá einum kendum listafólki at luta burtur saman við atgongumerkjasøluna á listaframsýningini. Talan var um ein stóran málning hjá Kára Svensson, og hepni vinnarin av málninginum var Marita Bæk úr Havn.


Lions Club Tórshavn takkar øllum, sum á einhvønn hátt hava verið við ella hava hjálpt í sambandi við listaframsýningina.