Lívfiskaloyvið við Áir endurnýggja

P/F Fiskaaling hevur í langa tíð havt lívfiskaaling við Áir og í Skopun, og nú er lívfiskaloyvið hjá fyritøkuni við Áir endurnýggja fram til 31. desember 2021.

Fiskaaling hevur trý aliloyvi tilsamans. Tey eru lívfiskaloyvið við Áir, lívfiskaloyvið í Skopun og eitt loyvi á landi í Nesvík til royndaraling av m.a. marinum fiskasløgum, akvakulturdýrum og tara.

Loyvini hjá Fiskaaling í Skopun og í Nesvík ganga bæði út í 2024.

Á hesari slóðini kanst tú kunnað teg um tey aliloyvi sum eru í Føroyum í løtuni. Á nýggju heimasiðuni www.foroyakort.fo ber til á hesi slóðini at síggja aliøkir á sjógvnum og alistøðir á landi.