Lógaruppskotið er í samsvari við hægstarættardóm

Andstøðan á Løgtingi hevur kært meg til landsstýrismálanevndina fyri at hava lagt lógaruppskot fyri Løgtingið um árliga javning av skattastiganum og hækking av barnafrádráttinum.


Her skal stutt verða grundgivið fyri hví nevnda uppskot var lagt fyri Løgtingið:


Politisk semja var í landsstýrinum um, at tað ikki var rímiligt, at skattatrýstið á einstaka borgaran hækkaði á hvørjum ári so hvørt sum lønarlagið í samfelagnum hækkaði, uttan at nakar myndugleiki beinleiðis tók støðu til hetta. Tí var lógaruppskot lagt fyri Løgtingið um javning av skattastiganum samsvarandi broyting í prístalinum.


Í arbeiðinum at tilevna uppskotið hevur umsitingin í Fíggjarmálaráðnum og TAKS hugt eftir hvussu gjørt verður í Danmark, Har verður skattastigin javnaður árliga samsvarandi lønargongdini. Í hesum sambandi kann m.a. vísast til hægstarættardóm HD af 15/12 2006, 1., 348 2004. Í dóminum sigur Hægstirættur um líknandi broyting, at hon er fevnd av grein 43 í grundlógini, men er ikki í stríð við hesa grein. Orðingin av § 41 í stýrisskipanini er í samsvari við § 43 í grundlógini.


Eisini kann nevnast, at á skattaøkinum eru fleiri onnur dømi um, at upphæddir, ið beinleiðis ávirka skattskyldugu inntøkuna, sum verða javnaðar árliga sambært broyting í prístalinum, sum t.d. áseting av virðum av fríum ágóðum og áseting av útveganarvirði eftir avskrivingarlógini.


Vert er eisini at leggja til merkis, at tað er ikki landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, ið árliga ger broytingina í skattastiganum. Henda verður útroknað sambært objektivum ásetingum ásettar í løgtingslógum. Uppgávan hjá landsstýrismanninum er bert at kunngera árligu broytingina fyri almenninginum.


Samanumtikið tykist einki grundarlag at vera fyri kæruni.


Argir, 2. mai 2012


Jørgen Niclasen


landsstýrismaður