Lógarverkið má dagførast



Landsstýrið hevur eitt greitt ynski um at dagføra lóggávuna á fleiri økjum, ið eru undir felags málsræði við Danmark.



Tað var boðskapurin hjá løgmanni, tá ið hann seinnapartin var á fundi við Karen Hækkerup, danska løgmálaráðharran.



- Vit arbeiða stútt og støðugt við at dagføra lógarverkið. Talan er um eina rúgvismikla tilgongd. Á fundinum seinnapartin nýtti eg høvi til at vísa á, at yvirskipaða lóggávan, sum løgreglan í Føroyum virkar undir, er ótíðarhóskandi.
Tað sama er galdandi við persónsdatalógini og revsingarfullgerð.

Tað er eisini mín vón, at vit skjótt sum heild fáa dagført rættargangslógina, eitt nú í sambandi við varðhaldsfongsling og avbyrging, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.



Karen Hækkerup er í hesum døgum í Føroyum og vitjar føroysku løgregluna. Hon fer av landinum aftur fríggjadagin.