Løgmaður í Danmark

Fríggjamorgunin fór løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, til Danmarkar, har hann sum formaður í Sambandsflokkinum skuldi luttaka á landsfundinum hjá danska systirflokkinum Vinstra.


Løgmaður hittir eisini Helle Thorning-Smith, forsætisráðharra. Tey bæði fara at taka afturíaftur nøkur mál av felags áhuga, ið vóru fyri á ríkisfundinum í september, eitt nú viðurskifti viðvíkjandi arktisk, og hvussu vit styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum.