Løgmaður minkar talið av stjórnarráðum

Sum ein liður í at skipa landsfyrisitingina effektivari, hevur løgmaður gjørt av at minka talið av stjórnarráðum úr 8 niður í 7.


Innlendismálaráðið verður niðurlagt sum serstakt ráð, og ábyrdar- og arbeiðsøkir tess verða løgd til onnur stjórnarráð at fyrisita.


Fyrisitingin av málsøkjunum verður broytt soleiðis:


Løgmál og lógareftirlit fara til Løgmansskrivstovuna, útlendingamál og ferðslumál fara til Vinnumálaráðið, kommunumál fara til Almannamálaráðið, undirstøðukervismál fara til Fíggjarmálaráðið, umhvørvismál fara til Fiskimálaráðið og familjurættarmál fara til Heilsumálaráðið.


Starvsfólkini í Innlendismálaráðnum verða í høvuðsheitum flutt samsvarandi flytingunum av málsøkjum.