Løst rør elvdi at oljudálking

OLJULEKI: Tað var eitt loysnað rør til ein hydrauliktanga á einum bili hjá IRF, sum elvdi til oljudálkingina í Eysturoynni í morgun. IRF upplýsir, at orsøkin til, at bilførarin ikki varnaðist trupulleikan, var hon, at skipanin ikki er í nýtslu, meðan bilurin koyrir.


IRF boðaði politinum og átaksleiðaranum í Eysturkommunu frá um óhappið, og IRF átekur allan kostnað av at rudda upp eftir óhappið.


Dálkingin er í høvuðsheitum á landsvegateininum úr Leirvík til Skálabotn.


Landsverk heitir tí á bilførarar um at koyra varliga, tí tað kann vera hált í støðum. Serliga í rundkoyringunum í Gøtudali og á Skipanes-krossinum.


Í løtuni arbeiðir Landsverk við at leggja sand út á vegbreytina.