Lutakast avlýst


Vørn boðar frá, at fundur hevur verið millum Fiskimálaráðið og stovnin.

Fiskimálaráðið boðaði frá, at teksturin í kunngerð um skipan av makrelfiskiskapinum við føroyskum fiskiførum, sum snýr seg um atgongd at fiska í ES-sjógvi verður broyttur. 

Vørn hevur tí gjørt av, at bíða við viðgerðini av umsóknunum um atgongd, til kunngerðarbroytingin er lýst. 

Hetta merkir samstundis, at fráboðaða lutakastið, ið haldast skuldi á skrivstovuni hjá Vørn tann 6. januar kl. 14, er avlýst.