Magnus spyr Eyðgunn um íløgur í bústovnar o.a.

Magnus
Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin
mikudagin 19. september at seta ein munnligan fyrispurning til Eyðgunn
Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um íløgur í bústovnar o.a.
(løgujáttan)



 



Spurningar
til landsstýriskvinnuna:



 



1.    
Hvussu
stór upphædd er brúkt av løgujáttanini til bústovnar o.a. higartil í ár, og
verður øll játtanin brúkt?



 



2.    
Er
nøkur nýbygging byrjað higartil í ár?



 



3.    
Hvørjir
bústovnar o.a. eru ella verða umvældir í ár?



 



4.    
Er
ætlanin at útseta onkra av verkætlanunum?



 



Viðmerkingar



 



Í
fíggjarlógini fyri 2018 eru 29 mió. kr. avsettar til íløgur í bústovnar o.a. Í
frágreiðingin um frávik millum játtan og nýtslu fyri 2017 sigur
Landsgrannskoðanin, at til íløgur í bústovnar o.a. er ein minninýtsla staðfest
á 19,8 mió. kr., sum við átekning er flutt til 2018. Samanlagt verða sostatt
48,8 mió. kr. til íløgur í bústovnar o.a. í 2018.



 



Í
tekstinum til fíggjarlógina fyri 2018 stendur m.a. um íløgur í bústovnar o.a.
soleiðis:



 



·        
Heim
til eldri fólk við sálarsjúku verður liðugt í 2018



·        
Harumframt
eru tríggjar verklagslógir lagdar fyri Løgtingið á heysti 2017. Talan er um
bygging av vardum bústøðum í Tórshavn til fólk við menningartarni, búheim og
umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu og nýtt Barnaheim í
Tórshavn (Málið um Barnaheimið fall burtur samb. stýrisskipanarlógini §15, stk.
3, tí málið var ikki liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði)



·        
8
mió. kr. eru avsettar til Eiragarður 14 og 16



 



Seinastu
árini er væl kunnað um langar bíðilistar til bústovnar o.a. í Suðurstreymi og
eisini um sera vánaligu støðuna, sum fleiri av bygningunum, sum verða brúktir
til endamálið, eru í.



 



Áhugavert
er tí at frætta, hvussu gongur við nýbygging og eisini, hvussu gongur við
dagføring av verandi bygningum.



 



Sambandsflokkurin