Meir bensin á bálið!

Nú var flokkur løgmans í sjónvarpinum og skuldi siga hvussu brúkaraprísirnir í Føroyum skuldu fáast niður.


Svarið var: Meir stuðul úr Danmørk.


Men fleiri pengarnir eru, hægri gerast prísirnir. Hesir kurur svarar tí til at brandmenn oysa bensin á bálið tá teir verða bidnir um at sløkkja.


Zakarias Wang