MEKLARIN við nýggjari heimasíðu

Tá Meklarin kom út á alnótina fyri 10 árum síðani, og í 2008 yvirtók Húsamekling, fyrstu og elstu fastognarsølu í Føroyum, so var tað fyri at staðfesta óheftu støðu okkara á marknaðinum.

TÍÐINDASKRIV

Meklarin er ein óheft MEKLARAFYRITØKA og hevur eisini skrásett navnið MEKLARAFYRITØKAN sum hjánavn.

Nú var stundin komin til nýggja heimasíðu. Tað er unga fyritøkan BEAK, sum hevur sniðgevi og ment nýggju heimasíðuna hjá Meklarnum.

Heimasíðan er sera brúkaravinarlig, og vit hava lagt dent á, “at tá bert tað besta er gott nokk”, sigur stjórin fyri meklarafyritøkuna Meklarin.

Meklarin hevur til endamáls at selja fastognir í Føroyum, og tá heitt hevur verði á okkum hava vit eisini átikið okkum at selt bátar og skip.

Á heimasíðuni verða eisini lýstar aðrar tænastur t.d. skrivað skeyti, virðismetingar, stovna feløg og serstakar uppgerðir, umframt 5 góð ráð tá støða skal takast til sølu av fastogn.

Sum nakað nýtt hava vit valt at lýst støðuna hjá øllum fólkum í síni heild, frá tí tey verða fødd til 3. aldurin og at enda til deyðin okkum skilir, har brúkarin fær møguleikar at fáa góð ráð og vegleiðing í øllum hugsandi lívsins viðurskiftum, ein ókeypis tænasta sum vit halda tørvur er á.

Ognirnar sum eru til sølu á Meklarnum eru væl skipaðar við størsta ansni fyri neyvleika. Sum nakað nýtt ber eisini til at síggja hvussu nógv skal gjaldast í kommunuskatti, umframt gjald fyri vøggustovu og barnagarð, eisini slepst beinleiðis inn á heimasíðuna hjá viðkomandi kommunu.

Á heimasíðuni er mentur ein nýggjur LÁNIROKNARI, og uttan at reypa, ein tann besti sum finst á nakrari heimasíðu í Føroyum. Hann er mentur í samráð millum Meklarin, Beak sum hevur ment og sniðgevi í samarbeiði við Norðoya Sparikassa.

Heimasíðan: http://www.meklarin.fo/

Blíðar heilsur,

Sp/f Meklarin
Lasse Klein