Mezzoforte betri enn nakrantíð

Føroyskir fjepparar hjá Mezzoforte kunnu gott gleða seg – í sambandi við Tórshavnar Jazzfestival 14. – 16. oktober koma íslendsku jazzfunk-fusións-vetaranarnir nevniliga at seta futt í føroyingar.


15. oktober spæla teir í Høllini í Norðurlandahúsinum.


Mezzoforte varð stovnað í 1977 – fyri 34 árum síðani og kendasta lagið hjá teimum er “Garden Party” frá 1983. Orkestrið hevur verið virkið øll árini og í fjør kom teirra seinasta studio-album “Volcanic”.


Albumið varð fagnað av LiveMusicGuide.com, sum m. a. skrivaði:


“Mezzoforte fær fjeppararnar at kenna seg nøgdar og vilja hava meir”, og “teir eru minst líka góðir, sum teir nakrantíð hava verið, um ikki betri”.** Leygardagin, 15. oktober: Mezzoforte, kl. 19.30


Sí meira: www.nlh.fo