Mikudagin kl. 15:00 verður kunningartiltak um lønarhagtøl

Hagstova Føroya fer í næstum at kunngera lønarhattøl, og nýggja hagtalsframleiðslan setur ávís krøv til upplýsing frá arbeiðsgevarum. 

Á fundinum fer Kári Holm Johannesen, deildarleiðari í Hagstovu Føroya, at greiða nærri frá hesum, umframt týdningin av at fáa til vega lønarhagtøl fyri føroyska arbeiðsmarknaðin.

Kunningartiltakið verður mikudagin kl. 15:00 í Vinnuhúsinum, og øll eru vælkomin.
 
Les meira um tiltaki her.