MYLLUTJØRN: ØLL STYKKINI UMBIÐIN

Fyri fyrstu ferð eru øll stykkini við Myllutjørn umbiðin. Seinasta grundstykkið varð lagt av fyrrapartin.


Við Myllutjørn eru samlað 64 grundstykki. Nógv hava longu bygt hús - og fleiri hús eru í gerð í løtuni.


Tað var í januar 2007, at Tórshavnar kommuna bjóðaði fyrsta borgaranum grundstykki við Myllutjørn.


Øll grundstykkini við Myllutjørn eru byggibúgvin. Hvørt grundstykki er 213 m² til støddar. Haraftrat eru 104 m² partur av felags fríøki.