Myndatøka av løgtingslimum

Felagið Verjið Børnini hevur bjóðað øllum løgtingslimum til eina myndatøku í blusum felagsins. Myndatøkan verður á Tinghúsvøllinum, týsdagin 14. august 2012 klokkan 10.30.


Tíðindaskriv:


Flokkarnir á tingi hava játtað at vera við til eina felagsmynd ílatin blusurnar hjá Verjið børnini. Myndaøkan verður á Tinghúsvøllinum komandi týsmorgun klokkan 10.30.


Verjið Børnini fegnast um, at øll tingfólk á henda hátt ynskja at stuðla felagnum. Í sjálvum sær er hetta ein sigur fyri Føroyar. Okkara børn, sum skulu bera samfelagið víðari, verða nú veruliga sett í hásætið.


Fleiri ítróttarfeløg hava longu stuðlað Verjið børnini við at vera í blusunum undir kappingum.


Vegna Verjið Børnini


Mimmy Vágsheyg, Joan Baldvinsson, Rói Norðoy