Norðurlendskur humor á Landsbókasavninum

Mánakvøldið 14. nov. kl. 20 verður Skýmingarløta á Landsbókasavninum í samband við Norðurlendsku bókasavnsvikuna 2011. Evnið á Norðurlendsku bókasavnsvikuni í ár er ‘Humor í Norðurlondum’.


Hans Tórgarð lesur brot upp úr bókini Popptónleikur úr Vittula eftir Mikael Niemi, Dorthe Pedersen lærari í heimspeki og donskum fer at hava framløgu um humor, og Lív Næs syngur og spælir nøkur løg. Kaffi og smákøkur vera at fáa.


Øll eru hjartaliga vælkomin.