Norska drotningin til Føroya

Sonja drotning úr Noregi kemur til Føroya á almenna vitjan leygardagin 19.juli.


Tað verður løgmaður, ið tekur ímóti norsku drotningini, tá ið hon leggur at í Havn við kongsskipinum "Norge".


Hetta er fyrstu ferð, Sonja drotning kemur til Føroya.


Hon skal millum annað vitja í Kirkjubø, har løgmaður eisini verður vertur fyri einum døgurða.


Mynd: kongehuset.no