Nú fáast 1-dagsatgongumerki til G!
Nú einans 9 dagar eru eftir til G! Festivalin, økist áhugin støðugt, serliga eftir, at skráin varð kunngjørd í gjár, hevur áhugin verið stórur.
Nú setur G! eitt avmarkað tal av 1-dags atgongumerkjum til sølu á
www.gfestival.fo.
Hesi atgongumerki eru ætlaði teimum, ið hava hug at fara á G! ella hug til at hoyra okkurt av nøvnunum á G! uttan at kunna luttaka á festivalinum allar dagarnar.
Enn ber eisini til at keypa atgongumerki til allan festivalin bæði á heimasíðuni og á vanligu sølustøðum.