Nú má arbeiðsfriður valda í samgonguni

Løgmaður og Sambandsflokkurin eigur ikki at góðtaka, at ein landsstýrismaður er undir áhaldandi skuldsetingum í einum tollmáli, sum er lýst og greinað væl í fjølmiðlunum.


Løgmaður loysti Kára P Højgaard úr starvi sum landstýrismann, tí tað var so nógvur politiskur ófriður rundan um landsstýrismannin.


Tað er vorðin nógv meira politiskur ófriður rundan um fíggjarmálaráðharran - og tað skaðar arbeiðið í samgonguni. Løgmaður eigur tí at gera tað sama við Jørgin Niclasen.


Sambandsflokkurin verður meira og meira vavdur inn í hetta mál sum samgonguflokkur, og tað skaðar flokkin og trúvirðið á flokkin.


Tað eru tekin í samfelagnum, at tað er farið at ganga rætta vegin, men hesi politisku persónsmál eru farin at sáa misálit millum fólk og á ta politisku skipanina.


Borgarin og veljarin finnur seg ikki í hesum meira.


Annfinn Brekkstein,


Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin