Nýggj hugskot, tryggar loysnir

Føroyar eru fyri tey flestu eitt gott land at búgva í, og
fá lond hava betur møguleikar fyri at gera íløgur í framtíðina og tryggja
vælferð, vøkstur og tryggja arbeiði.

Nýtt Sjálvstýri byggir grundstøði sítt á álit millum ættarlið
sum hava liva undan okkum, og ábyrgd yvir fyri teimum sum koma aftaná okkum.



Øll skulu hava møguleika. 



Endamálið við politisku kósini hjá Nýtt Sjálvstýri er
eitt samfelag har øll fólk hava møguleika at gera seg galdandi, eisini fólk við
skerdum møguleikum.
 



   •  Fjølbroytni er drívmegin fyri broytingum

     Kunnleiki er ein fyritreyt fyri at loysa
stórar uppgávur fyri framman

     At skapað virðir er týdningarmikið í sær
sjálvum

     At hjálpa hvørjum øðrum er meginreglan sum
skal verða galdandi í øllum lívsins viðurskiftum.



Nýggj hugskot, tryggar loysnir, er tað sum Føroyska
samfelagnum tørvar á nærum øllum økjum.



Lasse Klein

Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri