NÝGGJ NØVN FYRI BÝRÁÐIÐ

Á býráðsfundinum hóskvøldið, tað er tann 21. februar, skal býráðið millum annað taka støðu til tvey nýggj gøtunøvn, umframt eina játtan til stóru høvuðsumvælingina í Eysturskúlanum.


Gøtunavnanevndin hevur fingið áheitan frá býarskipanarnevndini um at finna eitt nýtt navn til útstykkingina á nýggja síðuvegnum frá Blómubrekku. Gøtunavnanevndin hevur mælt til, at navnið verður Baraldsgøta. Mentamálanevndin hevur samtykt at taka undir við tilmælinum og beina tað fyri býráðið.


Kommunan hevur eisini fingið skriv frá einum borgara í Hoyvík, sum mælir til, at tjørnin, har Skaðagil og Djúpagil koma saman, fær navnið Giljatjørn.


Gøtunavnanevndin hevur tikið undir við uppskotinum.


Játtan til skúlar


Umvælingararbeiðið í Eysturskúlanum í Hvn hevur staðið við í nøkur ár. Nú er so mikið fráliðið at farið verður undir E-lonina í næstum. Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin hava mælt til at játta slakar 6,8 milliónur krónur til høvuðsumvælingina av lonini.


Tað verður mett skilabest, at farast kann í holt við arbeiðið í mai ella juni, tá próvtøkurnar verða, so tað ikki órógvar skúlagongdina meira enn neyðugt er. NámX heldur til í E-lonini, og skúlin heldur tað bera til at skipa próvtøkurnar hjá teimum í øðrum hølum í skúlanum, meðan umvælingin fer fram.


Venjingarskúlin hevur somulieðis søkt um eykajáttan til tilfar og útgerð til alis- og evnafrøði. Í umsóknini verður víst á, at útgerðin er gomul, slitin og brotin, og at tilfar og útgerð til nýggju lærubøkurnarn hjá Skúlabókagrunninum er enn ikki keypt.


Fyri undirvísingina í alis- og evnafrøði er umráðandi, at tað tilfar og tann útgerð, sum hoyrir til lærubøkurnarn, er tøk. Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin hava mælt til at veita Venjingarskúlanum eina eykajáttan á 180.000 krónur.


Mentamálanevndin og fíggjarnevndin hava samtykt at mæla býráðum til at taka undir við uppskotinum.


Skráin fyri býráðsfundin hóskvøldið er henda:


20/13 2010-1271 Gøtunavn til útstykking av matr. nr. 1362a, síðuvegur frá Blómubrekku


21/13 2012-1816 Uppskot um navn til vatn/tjørn í Hoyvík


22/13 2012-1900 Broyting av byggisamtykt við Sundsvegin/Sortudíki og skipan av økinum við Kringvarpið, Norðurlandahúsið og nýggja musikkskúlan


23/13 2013-0172 Viðvíkjandi góðkenning av viðtøkum fyri Eigarafelagið við Myllutjørn


24/13 2007-0625 Eysturskúlin – høvuðsumvæling


25/13 2012-2345 Umsókn um eykajáttan til Venjingarskúlan


26/13 2006-1323 Viðvíkjandi endurgjaldi í sambandi við ognartøku av vegi við Dvørgastíg í Tórshavn