Nýggja Bridgefelag vann FM fyri feløg

FM fyri feløg var spælt í Vági leygardagin. Hvørt felag var umboðað við einum liði


Ì gjár var FM fyri feløg spæla í Vágs Skúla.


Bridgefeløgini í landinum høvdu sent hvør sítt lið til Suðuroyar at spæla. Úrslitið gjørdist at Nýggja Bridgefelagið úr Havn vann kappingina.


Støðan eftir lokna kapping:


1. Nýggja Bridgefelag 61 (Danny Danielsen-Tordis Joannessen, Carl Mikkelsen-Høgni Jacobsen)


2. Havnar Bridgefelag 56 (Bogi Simonsen-Arne Mikkelsen, Hans Jacob Petersen-Heðin Mourtisen)


3. Eysturoyar Bridgefelag 34 (Dia Jacobsen-Mortan Sólheim Olsen, Robert Langaard-Eyðun Anthoniussen)


4. Suðuroyar Bridgefelag 29 (Dia Petersen-Óli Holm, Arnbjørn í Smiðjuni-Connie Thomsen)


Fyrsta umfarið í FM fyri lið verður í Bridgehúsinum leygardagin 8. oktober.