NÝGGJA MIÐSTAÐARGØTAN

Karlamagnusarbreyt verður handilsgøta, mentanargøta, skrivstovugøta og bústaðargøta. Og tú hevur møguleika at ogna tær byggibúgvið vinnu- ella bústaðarstykki við Karlamagnusarbreyt. Møguleikarnir fyri bygging eru sera fjølbroyttir.


Til ber at tvinna saman lættari vinnu, handil, skrivstovu og bústað. Sum nakað heilt serstakt kunnu íbúðir eisini frámatrikulerast, soleiðis at til ber at gera íbúðir og samstundis nýta partar av bygninginum til vinnu og handil.


Stødd á grundstykkjum


Útstykkingin fevnir um 53 grundøki. Íroknað felags parkeringsøki er støddin á grundstykkjunum millum umleið 185 og 2.500 fermetrar. Grundstykkini eru grivin út og grovplanerað. Fjarhiti, vatn, kloakk og streymur er lagt inn á hvørt stykkið, og verða felags parkeringsøkini asfalterað. Fyrsti bygningurin á Karlamagnusarbreyt er liðugur.


Kostnaður


Fermetraprísurin er kr. 1.170,10


Fleiri upplýsingar


Um tit vilja ogna tykkum eitt stykki, ella um tit hava spurningar í hesum sambandi, kunnu tit venda tykkum til løgdeildina, telefon 30 20 10. Ella sendið eitt teldubræv tiltorshavn@torshavn.fo


Stykkini eru byggibúgvin og matrikulerað. Myndir síggjast HER: http://www.torshavn.fo/default.aspx?pageid=1244