Nýggjárshálvmaraton verður leygardagin 4. januar 2014

Byrjað verður á vegnum til Funningsfjørð kl. 11.00, og málið er á Toftum, við vegin oman á Toftakaj.


Niðanfyristandadni grein er endurgivin av heimasíðuni hjá www.athletics.fo.


Leygardagin 4. januar kl. 11.00 skipar Roysnið fyri hálvmarathon kapping í Eysturoy.


Henda kapping hevur verið fastur táttur seinnu árini, og er samstundis fyrsta rennikappingin í nýggja árinum. Í fjør var kappiningin hjá monnunum sera spennandi og stóð hon ímillum Borgar Biskupstø og Sam Vang, sum í einum øgiligum endaspurti komu mest sum javnir um málstrikuna eftir at hava fylgst allan teinin úr Funningsfirði. Borgar hevði tó munin og vann kappingina. Á triðja plássi kom Niels Poulsen. Hjá kvinnunum vann Tórvør Ø. Vang og í hølunum á henni komu Beinta Joensen Hoydal og Ann Thomsen.


Veðrið avgerandi:


Um tað viðrar, verður kappingin fyriskipað leygardagin 4. januar. Er veðrið ikki til vildar leygardagin, verður kappingin flutt. Endalig støða verður tikin fríggjakvøldið og kunngjørd á athletics.fo.


Rutan:


Sum vanligt verður byrjað á vegnum oman til Funningsfjørð á leið áraka eystara tunnilsmunnanum. Runnið verður úteftir móti málinum á Tofta kei. Á Skipanesi verður farið eftir niðara vegnum til Søldarfjarðar. Í Runavíkini verður sneitt oman á Fjøruveg við Sjómansheimið. Málið er á Toftum beint við vegin oman á Tofta kai.


Hettar er á sama stað, sum málið var til kappingina "Runt Agnið”. Hettar ber so í sær at starturin er eitt sindur norðari enn hann hevur verið frammanundan, soleiðis, at vit nú starta eitt sindur norðanfyri grótbrotið.


Bert fyri vaksin:


At renna eitt hálvmarathon á hávetri er krevjandi. Tí hava fyrireikararnir gjørt av, at í hálvmarathon renningini leygardagin kunnu bert tey luttaka, ið eru fødd í 1998 ella fyrr. Bólkarnir eru hesir:


-Kvinnur/Menn (f. -1999)


-Kvinnur/Menn Veteranar (f. 1959-68)


-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. -1958)


Byrjað verður kl. 11


Hálvmarathon kappingin byrjar kl. 11.00 á vegnum oman til Funningsfjørð.


Tilmelding og gjald


Tilmelding fer fram her á heimasíðuni innan midnátt fríggjakvøldið 3. januar. Til ber eisini at melda til við startin og í seinasta lagi kl. 10.45 kappingardagin. Luttøkugjaldið, sum er kr. 50 verður goldið, tá startnummarið verður avheintað við startin leygardagin.


Eftir renningina, uml. kl. 13.30 tá øll eru komin á mál, verður heiðursmerkjahandan og hugnaløta við heitum vaflum o.a. gott í Tofta Skúla. Har verður eisini møguleiki fyri brúsu og umklæðing.


Kelda: www.nes.fo