Nýggjur bloggur um innovatión er nú tøkur

Endamálið við blogginum er at seta innovatión á breddan, stimbra innovatión og skapa eitt stað, har vitan og íblástur er tøkur.


Bloggurin sæst her: www.innovation.fo


Blogginnlegg frá ymiskum fólkum verða skrivað regluliga. Bloggurin lýsir innovatión, avbjóðingar og nýggj hugskot frá ymiskum sjónarhornum.


Ætlanin er eisini brúka bloggin til at skapa netverk av fólkum, sum á ein hvønn hátt arbeiða við innovatión ella hava áhuga fyri innovatión.


Á blogginum eru eisini fleiri amboð og viðkomandi tilfar um innovatión tøkt.


Til ber at fylgja við innovation.fo við at melda teg til tíðindabræv á blogginum.


Innovation.fo er eitt av átøkunum hjá innovatiónsbólki, sum løgmaður setti í vár.


Endamálið hjá bólkinum er at kveikja og stimbra innovatión í tí almenna og í samfelagnum sum heild.


Løgmansskrivstovan