Nýggjur fyrisitingarstjóri

Býráðið hevur á fundi í gjárkvøldi avgjørt at seta Ingunn Eiriksdóttir í starv sum Fyrisitingarstjóra í Tórshavnar kommunu.


Ingunn Eiriksdóttir er 42 ára gomul og búsitandi í Tórshavn. Hon er útbúgvin Cand. Jur. Í 2000 frá KU og tók eina Diplomleiðaraútbúgving í 2011 frá Skeiðsdeplinum.


Umframt at hava starvast sum leiðari á Dataeftirlitinum í 6 ár hevur hon eisini drúgvar og viðkomandi fyrisitingarligar royndir frá Løgmansskrivstovuni og innlendismálaráðnum.