Nýggjur høvuðsstuðul og tí nýtt navn á Kring Føroyar súkklukappingini

Stóra etapu súkklukappingin fer av bakkastokki um akkurát eina viku. Súkklukappingin, ið vitjar fleiri av okkara flottu og vøkru oyggjum, verður skotin ígongd mikudagin 23. juli.


Í mong ár var tað Statoil, ið var høvuðsstuðul til Kring Føroyar súkklukappingina. Virkið skiftið navn, og tað bleiv tí Effo Føroyar, ið gjørdist høvuðsstuðul til kappingina. Effo Føroyar er framvegis stuðul, men í ár verður høvuðsstuðulin ein annar. Tórshavnar Súkklufelag hevur nú skrivað undir eina eitt ára stuðulsavtalu við Wenzel P/F. Kappingin broytur tí navn, og nýggja navnið er:


Volvo Kring Føroyar 2014


Kappingin er broytt nakað í ár. Koyrt verður væl fleiri kilometrar enn undanfarin ár, í ár veður ongin prologur, og súkklarar fara til Sands at kappast í einum drúgvum einkultstarti, sum í ár verður heilar 36 km langur.


Fyrr var koyrt góðar 300 km. Nú er talið nærri 500 kilometrum.


Høvuðsdómari í ár verður Geyr Gilsteinsson.


Ruturnar verða soleiðis í ár:


Sí viðhefta skjal og vitja eisini www.tsf.fo


Við ítróttarkvøðu


Gunnar Dahl-Olsen


Mail: gdo@trygging.fo,


Mobil: 211287