Okkara mál og mentan ger okkum til føroyingar

Tað er umráðandi at minnast til, at um tað føroyska málið verður sindrað, so fer mentanin við. Tað føroyska málið er tað, sum ber mentanina. Einki annað kemur í námind av tí. Tað, at føroyskt er allastaðni í okkara mentan og samfelag, ger helst, at vit ikki hugsa so gjølla um tað. -Tað mugu vit.- 

Leggi til merkis, at Jákup Hans Heinesen, valevni hjá Framtakinum, eisini skrivar um umhvørvispolitikk, og Almanna- og heilsupolitikk, niðanfyri

Okkara mentan hevur ment seg so at siga síðani fólk á fyrsta sinni settu búgv her. Tað, tey gjørdu fyri at lívbjarga sær í okkara harðbaldnu náttúru, bleiv júst til tað, sum í dag er okkara mentan. Ein aldarlong tilvenjing, framd í verki og orðum. Mál og mentan okkara kan á ongan hátt skiftast út við nakra aðra mentan, uttan at vit missa meira enn vit fáa.

Vit skulu stimbra málsligu menning barnsins. Føroysk børn skulu hava atgongd til føroyskt tilfar. Vit eiga at uppraðfesta føroyskt barnabókatilfar, og týða útlendskar barnasendingar til føroyskt. Hesar eiga somuleiðis at vera atkomuligar á netinum.

Tilflytarir skulu assimilerast til føroyskt mál og mentan, fyri at kunna virka og liva í føroyska samfelagnum á fullgóðan hátt. Tað hevur við sær, at børnini eru best møguligani fyri, tá tey byrja í skúla. Vandin við ikki at duga nóg væl føroyskt er ótryggleiki og vantandi sjálvsálit, og kann hetta elva til sálarligar trupulleikar.

At kenna seg sjálvan er umráðandi, og ein trygg kensla av samleika eigur at birtast í skúlanum. At kenna sína og sítt lands søgu er umráðandi fyri fatanina av samtíðini, eins og etikkur og heimspeki eigur at fáa pláss í skúlanum. Rørsla og serliga svimjing er nakað, ið eigur at hava eitt sentralt pláss. Skapandi virksemi í skúlanum, við møguleika at royna ymisk ljóðføri, skal raðfestast høgt. Tó skal máti vera við: 
Ikki skal nakar dugnaligur handverkari tarnast av óviðkomandi frálæru, tá fólkaskúlin er lokin.

Vit eiga at geva føroyskum listafólkum góðar og tryggar karmar at virka undir. Eitt nú við at fíggja bóka-, tónleika- og øðrum listarligum útgávum, so at eingin mentanardýrgripur verður liggjandi í eini skuffu og aldrin kemur at ríka okkara mentan.

Játtanin til ÍSF skal økjast til frama fyri fólkaheilsuna og landsins umdømi. Skipast má fyri - í samstarvi við skúlarnar - at øll børn í Føroyum læra at svimja og lívbjarga sær á sjónum.

Mentanararbeiðspláss skulu skapast, har serliga tað gráa gullið (pensiónistar o.o.) kann gagnnýta sínar royndir og kunnleika til frama fyri eitt nú barnaskúlan, kvøldskúlan, ferðavinnuna og skeiðir fyri tilflytarar.

Ein føroyingur, ið er vælmentur, stendir seg væl millum aðrar mentanir í altjóða høpi. Hann er førur fyri at bæði stimbra sína mentan og lata hana í arv til komandi ættarlið.

Smærri mentanir og móðurmál eru, sambært UNESCO, í vanda. Serliga orsakað av fíggjarligum vøkstri og globalisering. Vit eiga tí at raðfesta okkara mentan allastaðni.

Vegna Framtakið      
                                          
Jákup Hans Heinesen

-----------------

Umhvørvispolitikkur


Umhvørvið má raðfestast á hægsta stigi, - tað gagnar fólkaheilsuni

• Havumhvørvið má fyri alt í verðini haldast reint.
• Íløgur í grønan ídnað, m.a. CO2 bindandi taradyrking í sjónum til mat og brennievni.
• Útlát og gangur frá skipum skal niður á 0
• Vind- og streymorka skal framhaldandi útbyggjast, so vit nøkta tørvin á ravmagni, uttan at noyðast at
   innflyta olju til tað.
• SSL skal framyvir bert innflyta grønar bussar og ferjur.
• Hampolja/plantuolja/taraolja skal í bilarnar og skipini, heldur enn fossilt brennievni.
• Útflutningsvirðið hækkar, tá tað er skilligt hjá keyparunum, at alt er framleitt í burðardyggum 
   umhvørvi.

Tað grønasta framtakið á landi:
• Gera vakstrarhús og framleiða grønmeti og alskyns sløg av rótum alt árið
• Eisini áttu vit at framleitt kannabis til heilivág, umframt ídnaðarhamp, ið eisini kan dyrkast uttandura.
• Togtevjurnar úr hampi kundu við fyrimuni verið nýtttar á t.d. trolverkstøðum og eisini til framleiðslu
   av klæðum, pappíri, plastíløtum og fløskum o.m.a. -Restir kunnu nýtast til bjálving, evt. saman við 
   seyðaull.
• Byggitilfar úr hampi, kent sum “hempcrete” ella hampabetong, hevur við sær eitt gott innandura-
   umhvørvi, serliga tí tað ikki fremur soppavøkstur. Ein sera áhugaverdur vinningur er, at CO2 verður 
   bundið í byggitilfarinum, tí hampplantan sýgur CO2 í seg.
• Hampur og kannabis hevur ongan tørv á týningarevnum, sum eitra alt umhvørvið og menniskjuni við.
• Gera íløgur í hamp og kannabisídnað her á landi og í øðrum londum.

Vegna Framtakið

Jákup Hans Heinesen

-----------------


Almanna- og heilsupolitikkur


Almanna- og heilsuverkið skal styrkjast og uppraðfestast. Í einum vælvirkandi vælferðarsamfelagi er tað av størsta týdningi, at borgarin altíð verður møttur á góðan og virðiligan hátt, tá hann er vorðin sjúkur ella er komin illa fyri sosialt.

Ítøkiliga ætli eg mær serliga at arbeiða við hesum økjum:
• Einum viðgerðardepli fyri fólk við rústrupulleikum. Hesin eigur at hava eitt heildarmenniskjasýni, har
  arbeitt verður við sosialum og eksistentiellum trupulleikum eins væl og við bundinskapinum. Eitt gott 
  hugskot hevdi verid at arbeitt eftir Minnesotamodellini, har øll familian verður drigin inn í viðgerðina.
• Einum familjudepli fyri avvarðandi hjá ungum við sálarligum trupulleikum, soleiðis at tey avvarðandi 
   kunnu vera við í viðgerðini.
• Bráðfeingis hjálp til sálarveik. Sálarligar sjúkur skulu javnstillast við somatiskar sjúkur, og sálarfrøðilig 
   hjálp eigur at vera ókeypis fyri brúkaran. Fleiri sálarfrøðingar eiga at verða settir innan bæði barna- 
   og vaksnapsykiatri.
• Einum endurvenjingardepli fyri fólk við m.a. seinheilaskaða.
• Fleiri vardar íbúðir til menningartarnaði og onnur við serligum tørvi skulu byggjast.
• Gransking av samfelagstrupulleikum skal uppraðfestast.
• Viðgerðin fyri ADHD skal umskipast og fleiri pengar skulu setast av til hesa, soleiðis at vit kunnu 
   viðgera ADHD sosialnámsfrøðiligt, sálarfrøðiligt og – minst møguligt -medisinskt:

1. Foreldravenjing: foreldur at børnum við ADHD eru í eini serligari støðu, og hava tørv á 
    foreldravegleiðing um, hvussu tey best skipa gerandisdagin á ein hátt, ið tekur atlit til serliga tørv 
    barnsins. Eisini vegleiðing og ráðgeving um, hvussu man best rúmar og møtir barninum á ein jaligan 
    hátt, hóast endurtiknar, dagligar avbjóðingar, er ynskilig
2. Sosial førleikamenning: her verður arbeitt við at betra um sosialu førleikar barnsins.
3. Ókeypis sálarfrøðilig viðgerð
4. Lærarar, námsfrøðingar og aðrir starvsbólkar, ið eru um børn dagliga, skulu fáa kunning og vitan um
    ADHD. Eisini skal frálæra um ADHD uppraðfestast í avvarðandi útbúgvingum.
5. Medisinsk viðgerð sídst - og minst. Tó bert í samband vid kognitiva viðgerð.

Fyri Framtakið

Jákup Hans Heinesen