Øktir samferðslumøguleikar=

framburð á øllum økjum!



“Duga vit politiskt IKKI at gagnnýta hesar møguleikar so fara týðandi virðir fyri
bakka”, skrivar Lasse Klein, valevni fyri Nýtt Sjálvstýri í hesi greinini.



Vit hava við hvørt orsøkir at minna okkum sjálvi á at
ein týðandi orsøk til tann framburð sum er hendur her á landið er orsaka av
øktum samferðslumøguleikum.



Seinastu 30 árini hava vit kunna fylgt hesi gongd, og
tí eiga vit eisini framhaldandi at hava hesi viðurskiftir í huganum, tá tað
ræður um at menna samfelagið.



Tá er tað ikki bara ein spurningur um samferðslu, men
eisini um aðrar týðandi tættir í samfelagnum:



• Øktar møguleikar at flyta seg frá einum staði til
eitt annað



• Størri útboð fyri arbeiðsskapandi tiltøkum hjá tí
einstaka



• Størri møguleikar fyri arbeiði og verða búgvandi
heima



• Vinnuligir fyrimunir á heilt øðrum støði enn vit
hava kent frammanundan.



.... og ikki minst
sparingar og rationaliseringar av almennum tænastum á fleiri týðandi økjum;
skúla, almanna- og heilsu, umframt av kommunalari umsiting.
Vit eiga ikki at lata hesar
møguleikar gleppa okkum úr hondum.



Duga vit politiskt
IKKI
at gagnnýta hesar møguleikar so fara týðandi virðir fyri bakka, og tí
er tað ikki bara ein spurningur um at fremja íløgurnar á samferðsluøkinum, men
líka so neyðugt at øll viðgerð í sambandi við hesar broytingar fylgja við.



Tá er tað ikki bara ein spurningur hvussu vit
afturgjalda íløgur á samferðsluøkinum, ella hvussu vit finna eitt fíggjarligt
mynstur at fíggja íløguna:



Tá er tað eisini ein spurningur um týdningarmiklar
sparingar og inntøkumøguleikar fyri tað almenn, kommunur, felagsskapir, øktir
vinnuligir fyrimunir fyri vinnufyritøkur, og ikki minst øktir møguleikar hjá
fólkið at fóta sær og finna sær hóskandi arbeiðsmøguleikar, umframt nøgdsemi á
fleiri økjum.



Lasse Klein



Valevni fyri Nýtt
Sjálvstýri