Ongin avtala um fullkomið bann at fiska laks

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú fingið svar frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum um umhvørvisfelagsskapin Atlantic Salmon Federation (ASF)  

Í svarinum, dagfest 12. juni 2018, frá Høgna Hoydal, stendur:

”Fyrispurningur um umhvørvisfelagsskapin Atlantic Salmon Federation (ASF), settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 

1. Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum gjørt avtalu við umhvørvisfelagsskapin Atlantic Salmon Federation (ASF), um eitt fullkomið bann at fiska laks kommersielt í føroyskum sjóøki í 12 ár? 

Svar: 
Nei, landsstýrismaðurin hevur onga avtalu gjørt við ASF ella annan tílíkan felagsskap viðvíkjandi fiskiskapi eftir laksi.

2. Hevur landsstýrið spurt Løgtingið, hvat tað heldur um slíka avtalu? 

Svar: 
Landsstýrismaðurin hevur sum sagt ikki gjørt nakra avtalu við ASF ella annan tílíkan felagsskap um fiskiskap eftir laksi, og hevur tí heldur ikki vent sær til Løgtingið slíkum máli viðvíkjandi. 

3. Hvussu nógv fáa Føroyar afturfyri avtaluna peningaliga, og hvør fær peningin? 

Svar: 
Tá landsstýrið onga avtalu hevur gjørt, er heldur ikki talan um nakað gjald. 

Landsstýrismaðurin hevur sum onnur frætt í miðlum, at Felagið Laksaskip hevur gjørt avtalu við tveir fremmandar felagsskapir, har Felagið Laksaskip fær pening afturfyri ikki at fiska laks. Landsstýrismaðurin er ikki kunnaður um hesa avtaluna á annan hátt enn tað, sum skrivað er um í fjølmiðlum.

Tó skal viðmerkjast, at eg havi roynt at kanna málið um laksafiskiskap og avtalur. Í 1991 legði landsstýrið eitt mál fyri Løgtingið sum uppskot til samtyktar viðvíkjandi skrivi at senda íslendsku fiskiveiðimyndugleikunum, og har kunnað varð um, at Felagið Laksaskip hevði gjørt avtalu við ein felagsskap viðvíkjandi laksafiskiskapi. 

Eg haldi meg til, at Føroyar sum limur í NASCO, ið er felagsskapurin, sum fevnir um laksafiskiskap í Norðurhøvum, samstarva um laksin í Norðuratlantshavi. Tað er í hesum høpi, at vit gera av og boða frá okkara støðu um, hvussu laksur í okkara sjógvi og Norðuratlantshavi verður umsitin og gagnnýttur.”

Sambandsflokkurin