Orkupolitikkur fyri kommununa orðaður

Tórshavnar býráð skal hóskvøldið taka støðu til ein orðaðan orkupolitikk fyri Tórshavnar kommunu.


Í sambandi við at farið varð undir 3. stig í tilgongdini til eina virkissætlan fyri framtíðar orkuviðurskifti í kommunalum bygningum, metti umsitingin hjá Tórshavnar kommunu, at tørvur var á at seta ein arbeiðsbólk at taka sær av uppgávuni at gera endamálsorðing í sambandi við orkupolitik fyri Tórshavnar kommunu.


Í hesum sambandi varð hugsað um visiónina fyri Tórshavnar kommunu, at høvuðsstaðurin verður ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi, har kommunan m.a. vil “at høvuðsstaðurin er burðardyggur búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga, og Grøna skjalið, har kommunan m.a. vil leggja dent á at “minka um orkunýtsluna, nýta minni av jarðbundnum (fossilum) orkukeldum og meira av alternativum orkukeldum” og “greina, hvussu kommunalt virksemi kann skipast, soleiðis at kommunurnar ganga á odda viðvíkjandi orkusparing og minking av skaðiligum árini á umhvørvið”.


Ein orðaður orkupolitikkur fyri kommununa var tí eitt serstakt høvi til at fáa íverksett virðisorðini hjá kommuni - Virðing, Menning og Trivnaður. Arbeiðsbólkurin hevur nú gjørt uppskot til endamálsorðing í sambandi við orkupolitikk fyri Tórshavnar kommunu. Heilsu- og umhvørvisnevndin hevur nýliga samtykt at leggja uppskotið um endamálsorðing í sambandi við orkupolitikkin fyri býráðið.


Málið kemur fyri nú hóskvøldið.